Henda útbúgving gevur atgongd til hægri lærustovnar og er serliga væl egnað sum støði undir samfelagsligum og búskaparligum útbúgvingum. Hon er liðilig við valmøguleikum, soleiðis at hon kann lagast til áhugan og tørvin hjá tí einstaka. Hon kann tí eisini geva atgongd til vinnulívið. Undirvísingin gevur tær eitt breitt innlit í samfelagslig og vinnulig viðurskifti og er eisini alment mennandi. Tú fært sostatt førleikar, sum eru góðir at hava bæði, um tú ætlar tær at arbeiða í privatari vinnu ella hjá tí almenna, ella um tú ætlar tær undir víðari útbúgving.
Tað eru tvær HH-skipanir í løtuni: Tann nýggja, ið tekur trý ár, og tann gamla, ið tilsamans eisini tekur trý ár, men har tú fyrst mást hava lokið FHS-støðisárið, og síðani kanst søkja inn á 2-ára HH. Tann gamla skipanin fer væntandi úr gildi eftir 2011.
HH 3 ár – nýggj skipan Síðani á sumri 2007 hevur borið til hjá næmingum við fráfaringarroynd fólkaskúlans at søkja beinleiðis inn á 3-ára HH í staðin fyri at søkja á FHS-støðisárið fyrst og síðani á tvey-ára HH, sum er tann gamla skipanin, ið enn er í gildi. Tann nýggja skipanin gevur betri møguleikar fyri einari langtíðar tilrættalegging og fortreytir fyri námsfrøðiligari og fakligari menning. Lærugreinirnar eru hesar:
| 3 ára HH 2010-2013 | | 1. árið | 2. árið | 3. árið | | Føroyskt A | | Eingilskt A | | Samfelagslæra C | Danskt A | | | Samtíðarsøga B | Vinnulívsrættur C | | Altjóða búskapur B | Altjóða búskapur A | | Sølubúskapur B | Sølubúskapur A | | Virkisbúskapur B | Virkisbúskapur A | | Støddfrøði B | Støddfrøði A | | Vallærugrein C | Vallærugrein C | Vallærugrein C/B | Kravdar lærugreinir: Føroyskt A, Eingilskt A, Danskt A, Altjóða búskapur B, Sølubúskapur B, Virkisbúskapur B, Støddfrøði B, Samtíðarsøga B, Samfelagslæra C, Vinnulívsrættur C.
Vallærugreinir: Altjóða búskapur A, Sølubúskapur A, Virkisbúskapur A, Støddfrøði A, og aðrar, sum eru treytaðar av nóg stórari undirtøku, til dømis Týskt C og B, Sálarfrøði C, Mentanarfatan C og Heimspeki C.
HH 2 ár – gomul skipan Næmingar, sum hava lokið FHS-støðisárið við nóg góðum úrsliti, har antin støddfrøði C ella annað fremmant mál enn Danskt og Eingilskt (til dømis Týskt C) er staðið, kunnu søkja inn á 2-ára HH. Lærugreinirnar eru hesar:
| 2 ára HH 2010-2012 | | Fyrra árið | Seinna árið | | Føroyskt A | | Danskt A | | Samtíðarsøga B | Altjóða búskapur B | | Kunningartøkni B | Vinnulívsrættur C | | Eingilskt B | Eingilskt A | | Sølubúskapur B | Sølubúskapur A | | Virkisbúskapur B | Virkisbúskapur A | | Støddfrøði B | Støddfrøði A | | Vallærugrein C | Vallærugrein C/B | Kravdar lærugreinir: Føroyskt A, Danskt A, Kunningartøkni B, Eingilskt B, Altjóða búskapur B, Sølubúskapur B, Virkisbúskapur B, Samtíðarsøga B, Vinnulívsrættur C.
Vallærugreinir: Eingilskt A, Sølubúskapur A, Virkisbúskapur A, Støddfrøði A ella B, og aðrar, sum eru treytaðar av nóg stórari undirtøku, til dømis Týskt C og B, Sálarfrøði C, Mentanarfatan C og Heimspeki C.
HH 1 ár – serlig skipan Um ein hevur aðra gymnasiala útbúgving enn HH, ber til at taka HH-prógv eftir einum ári eftir serligari skipan. Treytin er tó, at skúlin hevur pláss til hesar næmingar. Lærugreinirnar eru hesar:
Kravdar lærugreinir: Kunningartøkni B, Altjóða búskapur B, Sølubúskapur B, Virkisbúskapur B, Vinnulívsrættur C.
Vallærugreinir: Eingilskt A, Sølubúskapur A, Virkisbúskapur A, Støddfrøði A ella B, og aðrar, sum eru treytaðar av nóg stórari undirtøku, til dømis Týskt C og B, Sálarfrøði C, Mentanarfatan C og Heimspeki C. |